Innanlands

Vestergaard: Russarar eru ikki okkara fíggindar

Fiskimálaráðharrin mælir til, at føroyingar sjálvir reka eftirlitsradara á Sornfelli. Talan er ikki um eitt hernaðarmál, men eitt eftirlitsmál, og tí eigur Vørn at standa fyri radaranum

Jacob Vestergaard (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jacob Vestergaard (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-21 10:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit eiga at taka frástøðu frá retorikkinum hjá danska verjumálaráðharranum og ávísum føroyskum politikarum, um at vit hava brúk fyri verju frá Danmark/NATO móti fíggindanum fyri eystan, Russlandi.

Soleiðis skrivar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum í lesarabrævi, har hann vísir á, at tað er óneyðugt hjá okkum at óttast fyri russum.

- Russland er ikki okkara fíggindi, tvørtur ímóti. Russland er okkara trúgvi samstarvspartnari á fiskivinnuøkinum, og góður marknaður fyri okkara útflutning av fiski, skrivar fiskimálaráðharrin.

Jacob Vestergaard gongur sostatt stikk ímóti tí, sum flestu føroyskir politikarar higartil hava sagt í málinum um eftirlitsradaran, nevniliga at Føroyar eru ein natúrligur partur av vesturheiminum og harvið verjusamgonguni, Nato.

Ger ikki Føroyar til bumbumál
Jacob Vestergaard vísir eisini aftur tosinum um, at ein radari ger Føroyar til eitt bumbumál.

- Eg trúgvi als ikki uppá eitt vápnað stríð millum NATO og Russland, tí at tað tænir hvørgum og kann í ringasta føri vera oyðandi fyri allan heimin. Og tí er spurningurin um Føroyar eru eitt bumbumál av hypotetiskum slag, skrivar landsstýrismaðurin.

Jacob Vestergaard vísir á, at hann í sínum starvi sum fiskimálaráðharri hevur havt sera gott samstarv við russar, “...eitt samstarv, sum hevur tænt okkum væl. Vit hava altíð roknað russarar sum okkara nærmastu samstarvsfelagar”.

Hinvegin er støðan heilt øðrvísi við londunum í ES og Bretlandi, sum øll eru limir í Nato, leggurhann afturat.

“Í skrivandi stund, hava vit onga fiskiveiðuavtalu við ES og Bretland. Somu lond hava tikið grundarlagið burtur undan makrelsemjuni, tí tey hava noktað okkum atgongd at fiska makrel í teirra sjóøki”, skrivar hann og tekur uppaftur, at tað vóru hesu somu lond, Danmark íroknað, sum settu handilsbann móti føroyingum og stongdu flutningsleiðirnar til marknaðir aðrastaðni í heiminum.

Tað eru hesi somu lond, sum nú vilja misbrúka føroyska jørð til egin áhugamál. Føroyar skulu bara lata og einki fáa, og enntá revsast, um vit ikki vilja lýða boð, sum ganga ímóti okkara áhugamálum, skrivar Jacob Vestergaard.

Landsstýrismaðurin vísir á, at tað einasta rætta er, at føroyingar sjálvir eiga og reka radaran.

“Tey sum vilja hava radaran settan upp, skulu so gjalda fyri tær upplýsingar tey vilja hava, og á tann hátt rinda fyri íløguna og raksturin av radaranum. Sostatt skal radaramálið ikki viðgerast sum eitt hernaðarmál undir donskum málsræði, men sum eitt eftirlitsmál undir føroyskum málsræði, har rætti myndugleikin er okkara eftirlitsstovnur Vørn”.

Alt lesarabrævið hjá Jacob Vestergaard kann lesast her  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder