
Uppskotið um flyting av minnisvarða er sent til almenna hoyring.
Tað var í november 2019, at kirkjuráðið sendi Vestmanna kommunu fyrispurning um at taka støðu til uppskotið um at flyta minnisvarðan. Bygdaráðið í vestmanna hevði viðgjørt eitt líknandi uppskot í 2005, sum tá ikki fekk undirtøku, skrivar Vestmanna kommuna.
Málið varð umrøtt á borgarafundi 2. juni, og tá vóru deildar meiningar um uppskotið at flyta minnisvarðan. Eyðun Eliasen, arkitektur hevði framløgu um uppskotið, ið varð ment í felag við kirkjuráðið í Vestmanna.
Kirkjuráðið skrivar m.a. soleiðis:
– Góðar grundgevingar vóru bæði fyri og ímóti at flyta. Í ferðavinnu høpi kundi minnisvarðin komið til sín rætt, nú stór ferðamannskip vitja og hópur av ferðafólkum verða víst runt í bygdini, um hann stóð niðri við sjóvarmálan og var meira sjónligur og lættari atkomuligur.
– Í øðrum londum vísa tey fram minnisvarðar yvir falnar hermenn og krígshetjur. Okkara falnu hetjur eru tey nøvn, sum skuldu staði við minnisvarðan. Kirkjuráðið vil mæla til at minnisvarðin verður fluttur oman í fjøruna og at øki verður fríðkað sambært uppskotinum hjá EyA, arkitektum.
Freistin at gera viðmerkingar til málið er 1. juli, skrivar Vestmanan kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald