2020-02-05 17:10
Sarah Mahfoud, sum gjørdist heimsmeistari í boksing leygarkvøldið, kemur til Føroyar í annaðkvøld. Í hesum sambandi fer Vestmanna Kommuna at skipa fyri móttøku fyri Sarah.
Móttøkan verður í ítróttarhøllini hóskvøldið 6. februar kl. 21.30, beint aftan á hálvfinaludystin millum VÍF og Kyndil.
Vestmenningar eru ikki sørt ernir av, at Sarh er vorðin heimsmeistari, og vilja fegin heilsa upp á hana. Sarah Mahfoud er dóttir Vígdis Jákupsdóttir og Mohammed Mahfoud, og ommudóttir Mariu Nielsen (Maria hjá Olivari).
Sarah búði í Vestmanna, til hon var 4 ár, tá ið familjan fluttu til Danmarkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald