Innanlands

Vestmanna: Nevndirnar eru nú skipaðar

Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, er forkvinna í fíggjarnevndini. Avtala er annars at umskipa bygdarráðsnevndirnar frá fimm til fýra nevndir

Bygdaráðið í Vestmanna (Mynd: vestmanna.fo)

Bygdaráðið í Vestmanna (Mynd: vestmanna.fo)

2025-01-16 12:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni eru fimm bygdaráðsnevndir í Vestmanna kommunu, og í fyrstu syftu hava limirnir í bygdaráðnum skipa seg í fimm nevndir.

Tær eru fíggjarnevnd, tekniska nevnd, mentanarnevnd, trivnaðar- og umhvørvisnevnd, umframt havnarnevnd.

Vestmanna kommuna boðar tó á heimasíðu sínari frá, at avtala er at umskipa bygdarráðsnevndirnar frá fimm til fýra nevndir.

Tað vil siga, at tvær av hesum nevndunum verða lagdar saman. Eftir nevndarsamansetingini at døma verða mentanarnevndin og trivnaðar- og umhvørvisnevndin lagdar saman.

- Ætlanin hjá nývalda bygdarráðnum er at broyta stýrisskipanina fyri Vestmanna bygdarráð á einum av fyrstkomandi fundunum hjá bygdarráðnum.

Bygdaráðsnevndirnar síggja annars soleiðis út eftir skipandi fund í vikuni:

Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, er forkvinna í fíggjarnevndini
Hinir limirnir eru: Símin Jákup Højsted og Karl A. Olsen.

Símin Jákup Højsted er formaður í teknisku nevnd
Hinir limirnir eru: Pauli Magnussen og Janus Atli Jensen.

Anja Haldansen er forkvinna í mentanarnevndini
Hinir limirnir eru: Pauli Magnussen og Jákup S. Jóanesarson.

Anja Haldansen er forkvinna í trivnaðar- og umhvørvisnevndini
Hinir limirnir eru: Pauli Magnussen og Jákup S. Jóanesarson.

Karl A. Olsen er formaður í havnarnevndini
Hinir limirnir eru: Anja Haldansen og Jákup S. Jóanesarson

Kelda: vestmanna.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder