Innanlands

Vestmanna skal hava nýggjan borgarstjóra

Pauli Trond Petersen hevur biðið um at verða loystur úr starvinum

Frá drotningavitjanini í Vestmanna í fjør (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Frá drotningavitjanini í Vestmanna í fjør (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-30 12:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Pauli Trond Petersen leggur nú frá sær sum borgarstjóri í Vestmanna kommunu. Tað visti útvarpið hjá Kringvarpinum at siga á middegi.

Útvarpið las úr brævi, ið er sent frá kommununi, har sagt verður, at borgarstjórin hevur sent skriv til bygdarráðið við umbøn um at verða loystur úr starvinum sum borgarstjóri.

Bygdarráðið skal viðgera skrivið í næstum.

Pauli Trond Petersen hevur fyrr í ár eitt skifti havt farloyvi frá borgarstjórastarvinum, meðan hann var til skips. Tá tók varaborgarstjórin, Bjørg á Rógvi, við sum borgarstjóri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder