2026-08-05 18:40
Fyrstu vikuna í september verða árligu Vestmannadagarnir, og aftur í ár kunnu vit gleða okkum til nakrar dagar á tremur við upplivingum, hugna og góðari samveru.
Vestmannadagarnir byrja mikudagin 2. september og halda fram til og við sunnudagin 6. september.
Á skránni verður okkurt fyri allar aldursbólkar og áhugamál. Siðvandu og væl umtóktu tiltøkini verða sjálvsagt aftur í ár – millum annað felags morgunmaturin, laksurin og stóra konsertin um kvøldið. Harumframt verða fleiri nýggj og spennandi tiltøk at gleða seg til.
Skráin verður kunngjørd í næstum.
Vestmanna kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald