Uttanlands

Vestmannaoyggjar í vanda fyri vatnloysi

Skaði er staðfestur á vatnleiðingini út í oyggjarnar

(Mynd: RÚV)

(Mynd: RÚV)

2023-11-28 13:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á Vestmannaoyggjum í Íslandi er tilbúgvingarstøðið hækkað, tí vandi nú er fyri, at vatnveitingin út á oyggjarnar hevur fingið skaða.

Ríkisrøglustjórin hevur saman við  løgregluni á oyggjunum og Almannaverjuni lýst undantaksstøðu, tí vandi er fyri at vatnveitingin verður avkvett, skrivar RÚV.

Ein 300 metra langt petti av vatnleiðingini eftir botni út til oyggjarnar hevur fingið skaða. Myndir av botni vísa, at leiðingin hevur forskotið seg, og at ein umvæling verður trupul.

Komandi dagarnir verða brúktir til at meta um skaðarnar, men eisini gera meting av, hvat eitt brot ella avmarkað tilgongd av drekkivatni fer at hava á gerandislívið úti á oyggjunum.

Enn er vatntilførslan tó vanlig, og ongi boð eru um at spara upp á vatnið, skrivar RÚV.

Vatnið, ið verður flutt út á oyggjarnar verður tikið frá Syðsta-Mörk við fótin á Eyjafjøllum, og síðan leitt gjøgnum eina 22 kilometrar langa leiðing út í oyggjarnar, harav 13 kilometrar eru eftir havsins botni. Í Vestmannaoyggjum verður vatnið goymt í stórum goymslutanga.

Hæddarmunurin gevur ein streym á 23 litrar um sekundið, men pumpur verða settar til, um brúkið fer upp um hetta, upplýsir vatnverkið HS Veitur. Fyrsta leiðingin varð løgd í 1968, tann seinna í 1971. Áðrenn tað høvdu vestmannaoyingar ikki fekskvatn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder