2024-01-18 12:23
Vestmannavegurin hevur verið stongdur í morgun, men nú eru fyrstu bilarnir slopnir úr bygdini.
Landsverk sigur at tað framvegis eru vánalig koyrilíkindi á Vestmannavegnum, men nú er koyrandi aftur.
Annars er hált og jarðrok um alt landið. Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga.
Enn er ikki koyrandi til Saksunar og heldur ikki eftir oyggjarvegnum. Á Gjáarvegnum er nógv jarðrok og sera vánalig koyrilíkindi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald