Innanlands

Vestmenningar í Teistansskor eftir seyði

12 mans eru í dag í skorunum norðanfyri Vestmanna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-09-09 12:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Upptøka hjá Jákup á Rógvu Andreasen í Teistansskor í 2013)

Vestmenningar og kvívíkingar eru í dag í Teistansskor eftir seyði. Vit frætta, at 12 mans eru við hesaferð.

Hetta er nakað fyrr enn teir vanliga eru í skorunum, men veðrið er gott og ymisk onnur viðurskifti gera, at tað lá best fyri nú.

Skorarnar hjá vestmenningum eru norðanfyri Vestmanna og eita Teistansskor, Seyðaskor og Góðmansskor.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder