Innanlands

Vestmenningar skulu velja ársins borgara

Á Vestmannadaøgunum 2019 fer Vestmanna Bygdarráð fyri fimtu ferð at heiðra einum borgara, sum á einhvønn hátt hevur gjørt okkurt munagott bygdini at frama.

Mynd: Vestmannar Kommuna

Mynd: Vestmannar Kommuna

2019-08-22 19:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hetta kann vera við einstakari serligari hending ella við at hava arbeitt fyri einari søk til frama fyri Vestmanna gjøgnum longri tíð.

Heiðurin verður latin leygarmorgunin 15. september 2019, tá ið Vestmanna Kommuna bjóðar øllum til felags morgunmat í ítróttarhøllini í sambandi við, at Vestmannadagarnir verða hildnir.

Átakið verður skipað soleiðis, at borgararnir sjálvir lata inn uppskot til bygdarráðið at velja ímillum. Freistin at lata inn uppskot er mikudagin 4. september 2019 kl. 12.

Vestmanna Bygdarráð vónar, at tikið verður væl undir við átakinum.

Reglurnar fyri átakinum “Ársins borgari” eru hesar:

1. Fólk í uppskoti
Bert fólk búsitandi í Vestmanna Kommunu kunnu fáa heiðurin sum Ársins borgari.
Sami persónur kann fáa heiðurin fleiri ferðir, men kann í mesta lagi fáa heiðurin 5. hvørt ár.
Sitandi bygdarráðslimir kunnu ikki vera í uppskoti.

2. Treytir og grundgevingar
Øll fólk búsitandi í Vestmanna Kommunu kunnu lata inn uppskot til heiðurin.
Skrivlig uppskot við grundgevingum um, hví ávísur persónur veljast skal til heiðurin, skuldu latast Vestmanna Kommunu eftir nærri ásettari freist 

3. Dómsnevnd
Ein bólkur av trimum bygdarráðslimum viðger innkomnu uppskotini og ger tilmæli til bygdarráðið. Dómsnevndin situr alt valskeiðið.

4. Almannakunngerð
Borgarstjórin kunnger vinnaran og handar gávur á almennum tiltaki í bygdini. Í ár verður tað leygarmorgunin 15. september.

Vestmanna Bygdarráð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder