2025-03-01 15:54

Vesturkirkjan hevur verið stongd í ein mánaða vegna umvælingar, men í morgin, sunnudagin 2. mars letur hon uppaftur.
Stórarbeiðið er gjørt. Altarveggurin “Jákupsstigin,” sperrurnar um tornvindeyguni og forkirkjan eru málað, og harumframt er gjørt wc til rørslutarnað.
Gudstænasta verður í morgin klokkan 11. Hanus á Gørðum, sóknarprestur, prædikar, kristiliga sangkórið syngur, og tað verður altargongd. Eftir gudstænastuna bjóðar kirkjuráðið kaffi og køkur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald