Uttanlands

Vesturlendsk lond flutt 111.000 fólk úr Afghanistan

Um fáar dagar skulu vesturlendsku londini vera liðug við at flyta fólk úr landinum

Síðsta italska flogfarið við flóttafólkum úr Kabul lendi á flogvøllinum í Rom í dag. Italia hevur flutt yvir 4.800 fólk úr Afghanistan seinastu tvær vikurnar. (Mynd: EPA)

Síðsta italska flogfarið við flóttafólkum úr Kabul lendi á flogvøllinum í Rom í dag. Italia hevur flutt yvir 4.800 fólk úr Afghanistan seinastu tvær vikurnar. (Mynd: EPA)

2021-08-28 13:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um tríggjar dagar – 31. august – skulu vesturlendsku londini vera liðug við at flyta fólk úr Afghanistan, og seinastu tvær vikurnar eru yvir 100.000 fólk flutt úr landinum.

Sambært uppgerð frá tíðindastovuni Reuters, hava vesturlendsku londini flutt 111.000 fólk úr Afghanistan síðan 14. august, ið er dagurin áðrenn Taliban tók valdið í Kabul.

DR hevur endurgivið tøl frá nøkrum útvaldum londum, og upplýst verður m.a., at USA hevur flutt 5.100 amerikanskar ríkisborgarar úr Afghanistan, og Stórabretland hevur flutt 13.700 bretar og afghanarar úr landinum. Svøríki hevur flutt 1.100 persónar úr landinum, meðan talið hjá Danmark er 988.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder