Mentan

Vetrarjassekstrakt í Mentanarhúsinum

Vikuskiftið 25.-26. jan. spennir Mentanarhúsið í Fuglafirði seg út við ikki færri enn tveimum spennandi Puls konsertum

2019-01-14 18:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vikuskiftið 25.-26. jan. spennir Mentanarhúsið í Fuglafirði seg út við ikki færri enn tveimum spennandi Puls konsertum. Felags fyri tey trý nøvnini, ið framføra er, at tey øll hava manningar úr fleiri ymsum norðurlendskum o.ø. londum. 

Fríggjakvøldið 25. jan. eru tað IKI og Josef Zachariassen Kvartet, ið fara á pallin.
 
Leygarkvøldið 25. jan. framføra Afenginn útgávukonsert í samband við nýggju útgávuna Klingra, ið kemur út í næstum. Manningin á útgávuni og konsertini er samansett av norðurlendskum tónleikarum, og telir eisini føroyskar tónleikarar.
 
IKI (25. jan)
Virðislønta orkestrið IKI er samansett av 5 songkvinnum úr Danmark, Norra og Finlandi. Tær funnu saman í 2009 og hava síðani framført og túrað ymsastaðni í Noðurlendsku londunum og longur niðri í Europa.

IKI fær íblástur úr tónleikagreinunum popp, klassiskum, jazz og avantgarde. Tó endurspeglast djúpu norðurlendsku røturnar eisini í tónleikinum.

IKI gav út triðju fløgu teirra ORACLE í 2018 í samstarvi við danska framleiðaran Mike Sheridan. Í fløguni ORACLE verða elektronisk elementir blandaði við norðurlendsku kjarnuna í bólkinum. Tónleikurin er eksperimenterandi og improviserandi, har nýggjar tónalegur og ljóð taka lurtaran við á ókendar leiðir.

Jósef Zachariassen Kvartett (25. jan)
Josef Zachariassen Kvartett er mannað av Jósef Zachariassen, Olga Amelchenko, Amund Kleppan, og Vidar Starheimsæter.

Kvartettin spælir kompositiónir eftir føroyska Jósefi, sum greiðir soleiðis frá sínum stíli: “Hevði Bartók voksið upp í nútíðar New York hevði stílurin kanska líkst. Tónleikurin lænir elementir frá evropeisku klassisku mentanini, og er samstundis einisi grundaður í amerikansku jazz mentanini. Úrslitið er ein blandingur av klassiskum melodium og harmonium við einari sterkari rútmu”.

AFENGINN (26. jan)

Puls skipar fyri konsert við Afenginn, ið enn einaferð frammi við nýggjari útgávu. Útgávan eitur “Klingra”, og tað er finnin Kim Nyberg, sum er komponistur. Kim Nyberg komponerar oftast kenslubornan instrumentalan tónleik, og á nýggju útgávuni, hevur hann sligið seg saman við Dánjali á Neystabø, sum hevur skrivað tekstirnar.

Sum heild má sigast at Klingra hevur ein føroyskan dám. Tekstirnir eru á føroyskum og stórur partur av tónleikinum er skrivaður og innspældur í Føroyum av føroyskum tónleikarum. Sum lurtari kanst tú gleða teg til eina hypnotiska ferð í einum tónleikaheimi, har tú bæði møtir tivandi rútmum í øllum hugsandi takt artum og í næstu løtu friðarligum, sissandi og mediativum tónum. Tónleikurin verður spældur av framúrskarandi tólkeikarum við Kim Nyberg sum orkesturleiðara. Afenginn er eitt unikum av einum orkestri, og eru teir kendir fyri teirra fantastisku live framførðslur.

Seinasta útgávan hjá Afenginn “Opus” vann heili 4 Danish Music Award-statuettir.

Í 2019 verður “Klingra” útgivin og Føroyingar verða teir fyrstu, sum sleppa at leggja oyru til tónarnar.

Til konsertina verða hesir tónleikarar:
Kim Nyberg á mandolin (Finland)
Niels Skovmand á violin (Danmark)
Knút Finsrud á trummum (Noreg)
Teitur Lassen á klaveri og sangi
Dánjal á Neystabø á klaveri og sangi
Mikael Blak á Bassi.

Møguliga verða nakrir dugnaligir ungir føroyskir strúkarar eisini.

- Puls

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder