Mentan

Vetrarjazz byrjar í næstu viku

Yvir 100 tónleikarar spæla og syngja í 28 bólkum

2019-01-15 07:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mándagin 21. januar byrjar ársins jazz-festivalur, sum fer at seta ein festligan
dám á Havnina í eina heila viku.

Yvir 100 tónleikarar spæla og syngja í 28 bólkum, sum spæla 23 konsertir á 9
spælistøðum í 7 dagar. Alt frá standard jazz til free-jazz, frá folk-jazz til hip-hop
jazz og frá jazzsálmum til noise verður at hoyra.

Stóra høvuðsnavnið í ár er Tórshavnar Big Band, sum er við á Vetrarjazz fyri
fyrstu ferð við eini imponerandi skrá av upprunaføroyskum tónleiki. Tey spæla
eina stórfingna konsert í Norðurlandahúsinum leygardagin 26. januar.

Úr útlondunum koma fleiri spennandi og stór nøvn: Amerikanska free-jazz
legendan Joe McPhee vitjar saman við tveimum norskum tónleikarum í Perluni.
Virðislønti norðurlendski vokalbólkurin IKI fer at skapa ein atmosferiskan og
feitan ljóðheim í Norðurlandahúsinum. Og norski ummælararósti bólkurin
GURLS, sum áhoyrarar ikki fáa nokk av, fara at seta gongd í Reinsaríið. Eisini
vitja fleiri føroyskir útisetar heim við bólkum teir spæla í í ávikavist Noregi,
Svøríki og Íslandi.

Tvær útgávukonsertir eru á skránni: Tann fyrra við vælkendu Afenginn saman
við gestatónleikarum so sum Dánjal á Neystabø og Teiti Lassen og tann seinna
við Rógva Kvintett.

Aðrir føroyskir bólkar, sum verða á skránni, eru m.a. Ad Lib, sum spæla afro-
jazz, Bluestones, sum spæla blues, Edith & Bárður, sum spæla standards og Funskjón, sum spæla funk.

Til børnini verða tvær konsertir við stuttligu barnasangunum av útgávuni “Nu
ska vi u å sejle” hjá Kristiani Blak. Á tí konsertini luttaka eisini børn úr
Frískúlanum í Havn.

Vetrarjazz er 21.-27. januar. Sí alla skránna á facebook.com/vetrarjazz.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder