Mentan

Vetrarjazzur í Havn alla vikuna

Tveir føroyskir tungvektarar hava konsert í Norðurlandahúsinum seinni í vikuni

Vi bygger en raket eitur eitt av orkestrunum, sum spæla jazz hesa vikuna. Føroyingurin Rasmus Vigant Samuelsen er ein av manningini

Vi bygger en raket eitur eitt av orkestrunum, sum spæla jazz hesa vikuna. Føroyingurin Rasmus Vigant Samuelsen er ein av manningini

2020-01-27 18:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjárkvøldið, varð festivalurin Vetrarjazz 2020 settur á flottari konsert í Aulini í Finsen við bretskt/norska bólkinum ELT og næmingum á musikkskúlamiðnámi.

Festivalurin, sum Havnar Jazzfelag skipar fyri, heldur fram alla vikuna við tiltøkum kring allan býin. Skráin er sum altíð fjølbroytt frá improviseraðari elektroniskari yrkingalist til standar jazz, frá børnum sum spæla jazz til jazzlegendur og frá sálmum í jazzhami til technojazz.

Tveir føroyskir tungvektarar eru við á skránni í ár, nevniliga úgávuaktuellu Plúmm og Tórshavnar Big Band, sum bæði fara á pall í stóra salinum í Norðurlandahúsinum. Tað verða tvær sera ymsar, men uttan iva eins stórfingnar konsertir.

Tríggir føroyskir útisetar vitja í Føroyum hesar dagarnar við hvør sínum bólki: Saxofonisturin Betty Magnussen og klaverleikararnir Rasmus Vigant Samuelsen og Jósef Zachariassen. Hesin síðsti spælir við bólkinum M.D.R.N, sum granskar mørkini ímillum hip hop og jazz. Teir spæla í Reinsaríum fríggjakvøldið saman við norska bólkinum Kjetil Mulelid Trio, sum spæla melodiskan norðurlendskan jazz.

Eitt nýtt konsertstað er komið við á listan hjá Vetrarjazz, og tað er vakra forhøllin í Kringvarpi Føroya.

Har verður konsert beint eftir arbeiðstíð mikudagin 29. januar við estisku stjørnuni Laura Poldvere, sum syngur standards saman við Kristiani Paula Ellefsen á klaver.

Leygardagurin 1. februar er familjudagur. Tá verður konsert fyri børn við kendum barnasangum, sum eru jazzaðir eitt sindur upp, umframt at vit fáa tað forkunnuga høvi at hoyra børn heilt niður í 10 ára aldur spæla jazz.

Hendan síðsta dag á festivalinum verður eisini fyri fyrstu ferð høvi at uppliva eina ljóðinstallatión á Vetrarjazz. Henni standa Resterne af Rigsfællesskabet fyri og hon verður opin í forhøllini í Norðurlandahúsinum allan dagin og endar við at teir spæla eina konsert.

Umframt hetta verða konsertir í SMS, Hvonn, Havnar Kirkju, Mikkeller, Sirkus og Blábar. Sí alla skránna og jazz.fo ella facebook.com/vetrarjaz

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder