2021-06-25 11:28
Hvar er sól í dag ella hvussu er veðrið í heimbygdini. Vevmyndatænastan á Portalinum verður nógv brúkt, men í eina tíð hevur tænastan ikki verið so góð, sum hon kundi verið.
Fleiri av myndunum riggaðu ikki, og ymisk støð vóru horvin. Nú er tænastan dagførd, so fleiri myndir eru inni og lesur skjótari inn.
Hetta eru vevmyndir hjá Landsverk, kommunum og øðrum.
Í næstum koma uppaftur fleiri vevmyndir inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald