Uttanlands

Victoria hevur bast smittuni og letur uppaftur

Íbúgvarnir í avstralska stórbýnum Melbourne sleppa nú aftur at ferðst longur enn fimm kilometrar heimanífrá

Daniel Andrews, forsætisráðharri í Victoria (Mynd: EPA)

Daniel Andrews, forsætisráðharri í Victoria (Mynd: EPA)

2020-10-26 08:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Avstralski staturin Victoria verður nú latin upp aftur eftir at tað ikki eru staðfestir fleiri tilburðir av korona í eina tíð.

Koronastongsulin verður settur úr gildi aftur frá á midnátt mikudagin, skrivar Ritzau.

- Eg fegnist um, at vit týskvøldið klokkan 23.59 fara at lata upp fyri vanligum handli aftur. Eisini matstovur, hotell, kaffistovur og skeinkistovur kunnu nú lata uppaftur, boðaði Daniel Andrews, forsætisráðharri í Victoria frá á einum tíðindafundi í dag.

Mikudagin eru 87 dagar síðan, at stórbýurin Melbourne og økið rundanum vórðu latin aftur 2. August.

Steingingin av økinum umfataði útigongubann um náttina og bann fyri at ferðast longri enn fimm kilometrar frá egnum heimi.

Avgerðin varð tikin eftir at fleiri nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í juli mánaði.

Frá á midnátt mikudagin verður ikki longur neyðugt hjá teimum 4,9 milliónum íbúgvunum í Melbourne at hava eina heilt serliga orsøk fyri at fara heimanífrá. Kortini verður ein avmarking á 25 kilometrar heimífrá framvegis galdandi til 8. november.

Í gjár kundi Daniel Andrews, forsætisráðharri, kunngera, at fyri fyrstu ferð síðan 9. juni varð ongin nýggjur tilburður av korona staðfestur í statinum Victoria.

Hóast tað nú verður latið upp á fleiri økjum, verður framvegis ikki loyvt fleiri enn 70 persónum at savnast uttandura og 40 innandura í Victoria, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder