2024-06-11 13:10
Tað gekk skjótt at fylla hillarnar í føroysku handlunum aftur eftir at verkfallið aftaná næstan fýra vikur endaði sunnukvøldið.
Longu í gjár komu nógvar vørur og hillarnar, og í morgun eru frukt- og grønthillarnar í flestum matvøruhandlum fyltar aftur. Eisini eru egg, ostur og annað komið, sigur Miklagarður, og tað sama er galdandi í Bónus.
Sí eisini: 32 tons av feskari matvøru við flogfari til FK
Myndirnar niðanfyri eru frá Miklagarði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald