Á ársins Mentanarnátt í Havn, sum verður fríggjadagin 10. september, verða alskyns tiltøk við barnabókum á skránni.
Á hesum degi skipar Bókadeildin m.a. fyri fleiri bókaupplestrum og framløgum.
Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir tiltøkini:
Upplestur fyri stovnum á Tjóðpallinum
Sjónleikarar lesa fyri børnum kl. 10.00, 11.30 og 13.00.
Dagstovnar og skúlaflokkar mugu boða Tjóðpallinum frá fyri at tryggja sær pláss.
Tiltakið er eitt samstarv millum Tjóðpallin, Føroyar lesa og Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Barnabókaupplestur: Alva og Lias (Elsubeth M. Fossádal)
Rithøvundurin og læknin Elsubeth M. Fossádal lesur fyri børnum inni í fjálgu hølunum hjá H.N. Jacobsens Bókahandli. Elsubeth fer at lesa upp úr bók síni, Alva og Lias, kl. 16.30.
Um bókina: Alva og Lias er ein fitt, upprunaføroysk myndabók við søgum og fakta eftir rithøvundin og læknan Elsubeth M. Fossádal. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt. Í bókini eru tríggjar søgur um systkini Alvu og Lias, sum eins og øll onnur børn onkuntíð meiðsla seg ella gerast sjúk. Aftan á hvørja søgu er ein faktasíða, har ein lækni greiðir barninum frá tí, sum hendir í søguni - hvat tað er at fara til barnakanning, um ovurviðkvæmi, og hvat vit skulu gera, um vit brenna okkum. Bókin er til børn, sum eru umleið 3-6 ára gomul. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.
Tiltakið er eitt samstarv millum H. N. Jacobsens Bókahandil, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroyar lesa.
Bókaframløga: Abbi og eg og abbi (Dánial Hoydal)
Í H.N. Jacobsens Bókahandli verður eisini ein bókaframløga kl. 19.00 við nýggju barnabókini eftir Dánial Hoydal, sum kallast Abbi og eg og abbi.
Stjórin á Bókadeildini bjóðar vælkomin, Dánial lesur upp úr bókini, og harumframt fer Eilen Anthoniussen, bókmentafrøðingur og samskipari av Føroyar lesa, at hava eina samrøðu við høvundin og við forkvinnuna í Alzheimerfelagnum, Ann-Mari Jensen.
Um bókina :Abbi og eg og abbi snýr seg um at hava ein abba, ið broytist og er farin at gloyma…
Brot úr bókini: ”Abbi og eg eru væl. Vit geva dunnunum saman, og hann lesur søgur fyri mær, og so dugir hann so væl at roksa og flenna eftir tí aftaná. Men einaferð roksar hann bara og flennir ikki aftaná. Hvat man vera hent við abba?”
Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt við vøkrum pappírsklippum. Bókin er til børn, sum eru umleið 4-7 ár. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.
Tiltakið er eitt samstarv millum H. N. Jacobsens Bókahandil, Bókadeildina, Føroyar lesa og Alzheimerfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald