2026-07-21 07:44
Ferðsluløgreglan gjørdi í gjár ferðkanningar á tunnilsvegnum oman fyri Oyrareingir, sum endaði við at seks mál vórðu skrivað.
Seks bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt. Ferðin lá millum 105 og 134 kilometrar um tíman. Tann, ið koyrdi skjótast fær eisini eina treytaða frádøming av koyrikortinum.
Harumframt verður tann eini bilførarin sektaður fyri eina ólógliga yvirháling á einum strekki, har tað sambært strípunum á vegnum ikki er loyvt at yvirhála, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald