
Høllirnar skulu latast upp so ungdómur kann spæla hondbólt.
Tað er boðskapurin í Facebook-støðudagføring sum fyrrverandi málmverjin, Jens á Skipagøtu, legði út í gjár.
- Hesir dreingirnir, og fleiri við teimum, koma eftir hondini, altíð til stongdar dyr í Hoyvíkshøllini. Høllin stendur stongd og tóm, og boðini eru, at høllin ikki kann latast upp, tí hon skal bíleggjast ein dag frammanundan. Soleiðis var eisini fyrr í kvøld. Eingin spontanitetur. Eingin eykavenjing. Einki frítt spæl, skrivar Jens á Skipagøtu.
- Seinastu árini hava Føroyar skara framúr innan hondbóltin. Hesi úrslitini eru m.a. komin av, at børnini eru sloppin inn í hallirnar, tá hallirnar hava staðið tómar.
- Um vend ikki kemur í, so verður góða gongdin skjótt steðgað. Hvat er meiningin við at byggja stórar, flottar hallir, um vit ikki skulu brúka tær sum mest.
- Hesir dreingirnir vilja hóast alt bara sleppa at venja, skrivar Jens á Skipagøtu, sum er pápi at Eliasi á Skipagøtu, sum saman við øðrum hevur víst á, at lykil til høllina er ein stór orsøk til altjóða stigi, teir eru á.
Og tey eru nógv sum taka undir við Jens á Skipagøtu. 640 hava dámt støðudagføringina, og 203 hava deilt hana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald