Innanlands

Við kenning og uttan koyrikort

Ein bilførari, sum varð tikin í Havn í nátt, kann vænta sær eina bót

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-19 12:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan umleið fýra í nátt varð ein bilførari í høvuðsstaðnum tikin fyri at koyra við kenning.

Men ikki nokk við tí, so hevði bilførarin heldur einki koyrikort, og hevði hann sostatt ikki loyvi at koyra bil.

Hesi bæði lógarbrotini geva eina bót, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, sum leggur afturat, at náttin annars hevur verið heilt friðarlig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder