Innanlands

Við rúkandi ferð eftir brúnni um Sandá

Ein ungur bilførari fekk koyriforboð tá hann koyrdi 97 km/t eftir brúnni um Sandá í gjár. Har er bara loyvt at koyra 50 km/t

Brúgvin um Sandá (Mynd: Google Maps)

Brúgvin um Sandá (Mynd: Google Maps)

2024-06-26 08:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Brúgvin er breið og har er gott at koyra, men tað er ikki loyvt at koyra meira enn 50 km/t.

Tað kemur javnan fyri, at fólk verða tikin fyri at koyra ov skjótt eftir brúnni um Sandá. Hetta hendi í gjár, tá ein ungur bilførari koyrdi 97 km/t.

Av tí, at bilførarin hevur havt koyrikort í minni enn trý ár, fær hann koyriforboð, og skal upp til eftiransandi koyriroynd.

Umframt hetta, kom løgreglan á tveir bilførarar, sum nýttu telefon undir akstri. Hetta fáa teir bót og klipp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder