
Løgreglan var í gjár úti við ferðmátaranum ymsastaðni. Í Søldarfirði í gjárkvøldið var ein bilførari sum hevði nógvan skund, og koyrdi heili 109 km/t í øki, har tað bert er loyvt at koyra 50 km/t.
Tað gevur treytaleysa frádøming av koyrikortinum í seks mánaðar umframt eina bót upp á umleið 2.000 krónur, verður upplýst av løgregustøðini í morgun.
Tveir aðrir bilførar vóru eisini máldir fyri ov nógva ferð í Søldarfirði í gjárkvøldið og fingu báðir klipp.
Gjáramorgunin var løgreglan við Kaldbakstunnilin Kollfjarðarmegin, og har vóru fýra mál skrivað. Ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum, ein fekk klipp og tveir bilførarar fingu hvør sítt klipp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald