2025-01-24 07:53

Ein bilførari hevði stóran skund í nátt, tá hann koyrdi í Norðoyatunlinum. Tað var um eitt tíðina, at løgreglan tók ein bilførara fyri at koyra 167 km/t.
Hann misti koyrikortið á staðnum, og má tískil upp í nýggja koyriroynd. Føroya rættur skal avgera, hvussu leingi viðkomandi missir førararrættin.
Bótin í slíkum førum liggur um 5000 krónur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Viðkomandi var einsamallur í bilinum, og hann fekk tískil loyvi at seta bilin frá sær við Skúlaheimið í Klaksvík, so hann ikki stóð til fortreð í tunlinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald