Innanlands

Video: - Eg taki undir við samgonguni - men uppskotið vendir ikki rætt

Innast inni eru vit ikki glað fyri hetta, heldur ikki sum samgonga, sigur Johan Dahl um at hybridbilar skulu fáa avgjaldslætta

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-02-18 15:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg havi sagt tað, at eg fari at taka undir við samgonguni í hesum málinum, men uppskotið vendir ikki rætt.

Tað segði ein erligur Johan Dahl á tingsins røðarapalli fyri løtu síðani í triðju viðgerð av nógv umrødda málinum um hybridbilar.

At hybridbilar skulu fáa sama avgjaldslætta sum sum elbilar hevur elvt til nógv kjak seinastu dagarnar, og hóast samgongulimir undir aðru viðgerð søgdu seg vera ímóti uppskotinum, samtykti samgongan málið.

Triðja viðgerð er í tinginum í løtuni, og hóast andstøðutinglimir hava lagt broytingaruppskot fram, sum tekur hybridbilarnar úr, bendir alt á at upprunauppskotið fer at vera samtykt.

Johan Dahl, tinglimur í Sambandsflokkinum vónar kortini at tað ber til at práta um hetta uppskotið, og at gera nakrar broytingar.

- Tað er eitt sindur harmiligt, at vit í veruleikanum fara at atkvøða fyri nøkrum sum vit innast inni ikki eru glað fyri, og heldur ikki sum samgonga. So eg vóni at man kundi prátað um tað er møguleiki at gera nakað við hetta uppskotið, segði Johan Dahl.

Fylg orðaskiftinum her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder