
Tað er framvegis spenningur í samgonguni, nú málið um rættin hjá samkyndum foreldrum til barsilspening, er til aðru viðgerð. Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum hevur lagt broytingaruppskot fyri tingið, har hann skjýtur upp at pengarnir fylgja barninum.
Men Johan Dahl, sum eisini er partur av samgonguni, tykist ikki sannførdur um broytingaruppskotið, og tað bendir á, at hann fer at atkvøða saman við andstøðuni.
Hann heldur hetta vera eitt óetiskt sjálvmál.
- Eg veit, at samgongan hevur avrátt, at har tað er ósemja millum flokkar, samgongu og andstøðu, í sonevndum etisku málum, so skal man ikki atkvøða.
- Men fyri meg at síggja, hóast eg haldi hetta málið kemur undir etiskt, so er hesin mismunur ikki eitt etiskt mál. Hetta er eitt óetiskt sjálvmál.
Hann segði á tingsins røðarapalli at fylgilógirnar til hjúnabandslógina mugu avgreiðast.
- Man ikki fær hetta uppá pláss, so fer hetta at taka seg uppaftur og uppaftur til tað er komið uppá pláss. Og tað fer helst at koppa samgongum um man ikki finnur semju í tinginum um hetta, segði Johan Dahl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald