Innanlands

Video: - Farsóttarnevndin hevur suverenan rætt við markið

Um landsstýrið ráddi við markið, var kanning kravd og ikki koronapass, sigur løgmaður. Vit prátaðu við hann aftaná tíðindafundin seinnapartin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-11-04 17:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað vóru ikki fleiri tilmæli, sum løgmaður kom við á tíðindafundinum um koronustøðuna seinnapartin. Hinvegin var tað helst mest fyri at sissa fjøldina, nú smittutølini hava verið so høg seinastu tíðina.

Í samrøðu við Portalin aftaná tíðindafundin segði Bárður á Steig millum annað, at um landsstýrið ráddi, so var kanning kravd við landamarkið, og ikki koronapass, sum farsóttarnevndin annars hevur sett í gildi.

- Vit høvdu sett test í verk. Tað er tað, sum vit hava brúkt og tað er tað, sum hevur riggað. Men eg haldi eisini at vit skulu taka tað við sum landslæknin vísur á, at tey sum nú eru smittað, eru smittað innanlands. Hetta sær út til at vera smitta sum hevur verið í landinum, sum nú er blussað upp. So tað at kanningar við landamarkið vórðu tiknar av 1. september er ikki orsøkin til útbrotið í løtuni.

Men tú hevur hervið góðtikið tað, at man bara kannar tey sum ikki eru koppsett, hóast man veit, at tey sum eru koppsett, eisini kunnu bera smittuna víðari?

- Tað er ikki upp til okkum at góðkenna tað ella ikki. Tað er farsóttarnevndin sum hevur suvernan rætt til at seta tað í verk, staðfesti løgmaður.

Hoyr alla samrøðuna við løgmann omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder