
- Vit hava ikki sæð nakran stóran vøkstur í talinum á innleggingum við koronu. So tað er okkurt, sum týðir uppá, at fólk ikki eru so sjúk.
Her skal leggjast afturat, at yvir 90 prosent av teimum sum kunnu koppsetast, eru koppsett. Og tað vísir seg at tey sum eru koppsett, ikki gerast líka sjúk, upplýsir Tummas í Garði.
- Vit eru øll móð av hesum her. Í fjør hildu vit at endin fór at vera á hesari farsóttini. Hyggja vit eftir søguni enda allar slíkar farsóttir. Spanska sjúkan herjaði í trý ár, og so fjarðaði tað av, og vit hava eina vón um hendan fer at nærkast endanum, sigur Tummas í Garði.
28 starvsfólk eru testað positiv við koronu á Landssjúkrahúsinum. Nøkur teirra við omikron-frábrigdinum.
Hoyr samrøðuna við Tummas í Garði omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald