2019-11-04 00:38
Uppsjóvarskipið Arctic Voyager rendi um 23 tíðina á land í Fuglafirði eystanfyri Vónina.
Fyri lítlari løtu síðani eydnaðist Arctic Voyager at sleppa leysur. Brimil og bjargingarbáturin Ziska vóru hjá Arctic Voyager, men sum skilst slapp skipið av sjálvt.
Videoupptøkan sum Tórik Ábraham Rouah hevur gjørt, vísir hvussu tað sá út.
Fýra mans vóru umborð tá skipið rendi á. MRCC upplýsti fyrr í kvøld, at eingin vandi var á ferð hjá manningini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald