Steintór Rasmussen hevur yrkt nógvar sangir, og nú á hvítusunnu er ein nýggjur barnasálmur givin út.
- Skrivaði orðini og lagið, tá ein abbadóttir varð borin til dópin. “Av øllum tí góða sum Guð hevur gjørt” er heitið á nýggjum barnasálmi, sum eg fegin deili við tykkum í dag, skrivar Steintór Rasmussen á Facebook.
- Takk til tykkum øll, sum hava gjørt hendan sangin til veruleika. Og ein hjartalig heilsan til øll børn í Føroyum, skrivar hann.
Tað er Anna Lovisa Mýri sum syngur sálmin í videoupptøkuni omanfyri.
Orð og lag: Steintór Rasmussen
Sangur: Anna Lovisa Mýri
Klaverspæl: Tummas Pauli Mýri
Strúkarar: Ingi Isaksen
Upptikið og ljóðblandað: Erik Biskopstø
Filmað, klipt og sett saman: Eyðbjørn Jacobsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald