Børnini á Skála skúla, hava í morgun pyntað, klipt jólapynt, etið piparnøtur og hugnað sær saman.
Tey eru øll sera spent til í morgin, tí tá verður "Jól á Gamlavegi", sum er eitt tiltak ið hevur verið hildið á Skála tey seinastu árini. Har verður millum annað, kaffi og køku søla, vitjan av vættrum, barnakórið av Strondum kemur at syngja og jólatræið verður tendrað.
Umframt tiltakið á Gamlavegi, verður skipað fyri, "Vit syngja jólini inn", í Skála kirkju 9. desember. Jólasálmar verða sungnir, eitt væl kent skálafólk fer at hugleiða um jólini í gomlum døgum og harafturat verða tónleikaframførslur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald