2020-08-13 17:03
Nú fara vit skjótt at hoyra frá manninum, sum millum annað eigur røddina til landaplágurnar “Mítt vakra Føroya land” og “Liva her og nú”.
Tí um ein góðan mánað kemur fyrsta danska lagið hjá Janusi WIberg út. Hann er farin í samstarv við gott fólk frá Carpark North umframt Hans Marius Ziska.
Nýggja lagið kallast “Når lyset rammer dig”, og kemur út tann 18. september. Í sambandi við útgávuna er videolag gjørt, og brellbiti er komin út á sosialu miðlarnar í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald