Arbeiðið at byggja eitt neyðstøðusjúkrahús í kinesiska býnum Wuhan, sum er raktur av coronavirusinum, byrjaði 23. januar og í dag stóð tað liðugt.
Sjúkrahúsið hevur sum uppgávu at taka sær av coronavirusinum, sum herjar í økinum.
Kinesiski statsmiðilin China Glocal Television Network hevur stroymað live frá arbeiðinum at byggja sjúkrahúsið, og hevur gjørt eitt sonevnt timelapse, har man sær tilgongdina seinastu dagarnar.
Sjúkrahúsið hevur 1000 seingjarpláss og er 25.000 fermetrar til støddar.
Í morgin verður tikið ímóti fyrstu sjúklingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald