Mentan

Video: Dólgarnir í jólahýri

Dólgarnir vóru savnaðir fyri fyrstu ferð í næstan 30 ár í sambandi við lýsing til jólablaðið hjá SMS

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-12-13 18:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri vóru teir tríggir, Egi Dam, Erling Eysturoy og Hans Jákup Hermansen, sum vit kenna frá Dólgunum, savnaðir fyri fyrstu ferð í næstan 30 ár.

Tað var í sambandi við jólablaðið hjá SMS, at teir hittust og skuldu avmyndast til eina lýsing hjá Skálkur Man.

Teir møttu upp vælhýrdir ein morgun í november, og prátið byrjaði beinanvegin at snúgva seg um Dólgarnar.

Til sjálva myndatøkuna vóru teir ikki Egi, Erling og Hans Jákup meira, teir gjørdust brádliga til Dólgarnar, sum vit kenna teir frá nítiárunum.

Sí stuttliga filmin frá degnum omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder