2023-12-02 15:05
Hósdagin 21. desember letur Sandoyartunnilin upp.
Hann verður 10,8 kilometrar langur og verður harvið longsti tunnil í Føroyum. Lægsta punkt er 155 metrar undir havbotninum.
Mett verður, at 300-400 bilar fara at koyra ígjøgnum tunnilin um samdøgrið.
Petur Asbjørn Lervig, sum arbeiðir hjá NCC, hevur gjørt upptøkuna sum sæst omanfyri, har koyrt verður úr Traðardali á Sandoynni til Gomlurætt á Streymoynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald