2020-12-18 18:06

Við vindmyllulundini í Porkerishaga økist burðardygga elorkuframleiðslan í Suðuroy munandi.
Í filminum fylgja vit gongdini frá avbjóðingunum við at fáa fyrstu vindmátimastrina setta upp, til at lidnu myllurnar eru reistar og mala. Hetta er samstundis fyrsta nýggja vindmyllulund í Føroyum síðani lundin í Húsahaga varð tikin í nýtslu í 2014.
Filmurin er ognaður Kristiani Pedersen, sála, ið sum partur av masturtoyminum hjá SEV tók yvir og loysti torføru uppgávuna at fáa fyrstu vindmátimastrina reista, tá útlendsku serfrøðingarnir máttu geva skarvin yvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald