2021-03-05 12:36
Tað gongur ikki dagur í millum at fólk í ferðavinnuni gera vart við álvarsligu støðuna hjá teimum. Tað verði seg bæði gistingarhús, fyritøkur sum bjóða ymisk ferðavinnutilboð, fyritøkur við bussum umframt ferðavinnuskrivstovur.
Men sambært løgmanni er eingin hjálparpakki til ferðavinnuna á veg fyribils. Fundur er avtalaður við vinnuna, og tá verður hugt nærri eftir hesum, men Bárður á Steig Nielsen torir einki at lova.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald