Onnur viðgerð av broyttum starvsheiti, so menn á tingi eita løgtingsmenn og kvinnur á tingi eita løgtingskvinnur, er í tinginum í dag.
Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi hava lagt uppskotið fram.
Broyting skal gerast í stýrisskipanini, og tí hevur málið verið viðgjørt í einari grein 25 nevnd. Meirilutin í grein 25 nevndini, sum eru Jógvan á Lakjuni, Frimodt Rasmussen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen, mælir frá at samtykkja uppskoti
Minnilutin sum er Ingilín D. Strøm, Hervør Pálsdóttir og Bjarni K. Petersen tekur undir við uppskotinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald