2020-12-30 14:25

Gunnrið Joensen úr Klaksvík fekk fyrsta prikið, nú Sjúkrahúsverkið byrjaði at koppseta móti covid-19 klokkan 13 í dag.
- Tað broytir einki. Eg skal hava aðru sproytuna, men annars verða tað tey somu fyrilitini við smittuni, segði Gunnrið Joensen, sum fór beint til arbeiðis á koronadeildini aftaná koppsetingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald