Landsverk hevur í dag lagt ein nýtt videobrot út, sum lýsir visjónina ”Føroyar - ein býur”, ið fyrstu ferð var orðað á skrift í Samferðsluætlanini frá 2007
Heimasíðan hjá Landsverk greiðir frá, at visjónin snýr seg um, at allir føroyingar skulu vera knýttir í veganetið og hava í mesta lagi ein tíma til og frá høvðusstaðnum.
- Visjónin er tó nógv eldri enn so, tí um vit hyggja eftir føroyskari samferðslusøgu, so hevur útbyggingin serliga verið drivin av øktum búskapi og við økismenning fyri eyga.
PolarFilms, hevur framleitt filmin. Hann er gjørdur í samstarvi við Faroese Tunnelling Society og Visit Faroe Islands og skal skjótt sýnast á "International Tunnelling and Underground Space Association" (ITA) í Shenzhen. Ráðstevnan í Kina verður í apríl í ár, har visjónin “Føroyar - ein býur” er valt sum ein av teimum 50 mest merkisverdu verkætlanunum í heiminum.
Í filminum - ið sæst á Youtube - ella beinleiðis ovast í greinini, verður lýst hvussu Føroyar eru útbygdar og samanbygdar. Hetta millum annað við undirsjóvartunnlum.
Limirnir í áhugafelagnum Faroese Tunnelling Society eru Articon, Borg, El-service, Fróðskaparsetur Føroya, J&K Petersen, Jarðfeingi, Andreasen, Kanjon, KJ, Kreton, LBF, North, PB Consult, SEV, SMJ, Spenn, Thomsen og Landsverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald