2020-01-03 21:02
(Upptøkan er frá TV2 Play)
Vit elska tá føroyingar luttaka í X Factor, og árið í ár er einki undantak. Kári Fossdalsá av Toftum hevur verið til upptøkuroynd í Aarhus, og tað varð víst í kvøld.
- Tað ljóðar so lætt hjá tær, segði ein væl nøgd Oh Land áðrenn allir tríggir dómararnir góvu Kára hvør sítt ja.
Uttan fyri bíðaðu unnustan og dótturin glaðar. Kári Fossdalsá er 24 ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald