Mentan

Video: Føroyskt bjargaði Rut - dómararnir gjørdust trøllabundnir

25 ára gamla Rut Brend sang seg í kvøld víðari í X Factor

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-01-11 20:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

25 ára gamla Rut Brend, sum býr á Viðareiði, luttók í kvøld í X Factor. Men tað var ikki bara lætt.

Hon royndi seg fyrst við sanginum “Feeling Good” hjá Michael Bublé, men skotsmálini frá dómarunum vóru ikki so góð. “Ov vanligt”, varð sagt. Tó fekk hon eitt játtandi svar frá kvinnuliga dómaranum Oh Land, og Thomas Blachman vildi hoyra hana enn einaferð.

Rut fekk ein nýggjan møguleika og tá royndi hon seg á føroyskum við “Trøllabundin” hjá Eivør. Og tað riggaði.

Blachman varð sannførdur, og Rut Brend tryggjaði sær víðari luttøku.

Sostatt eru tveir føroyingar nú við í donsku sangkappingini. Síðsta fríggjadag sang Dánjal Lisberg úr Havn seg víðari.

Sí eisini: Dánjal Lisberg sang seg víðari í X Factor

Øll X Factor sendingin sæst á TV2 Play her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder