Fríggjadagin var fyrsti trailarin til nýggja Star Wars-filmin almannakunngjørdur.
Nýggi filmurin hevur fingið heitið "Episode IX: The Rise of Skywalker".
Í hesum brellbitanum ber til at síggja fleiri kend andlit aftur, eitt nú Rey (Daisy Ridley), Finn (John Boyega), Poe (Oscar Isaac) og Kylo Ren (Adam Driver).
Eisini varð kunngjørt, at fleiri gamlir kenningar úr Star Wars-heiminum vera at síggja í nýggja filminum. Eitt nú verður Lando Calrissian (Billy Dee Williams) úr upprunafilmunum við. Eisini verður Mark Hamill aftur við sum Luke Skywalker, og Carrie Fisher verður aftur við í filminum sum Leia Organa, men tað er gjøgnum gamlar óbrúktar upptøkur, ið vórðu gjørdar í sambandi við "The Force Awakens".
Í endanum ber eisini til at hoyra láturin hjá Palpatine/Darth Sideous, ið er skálkurin í teimum fyrstu seks Star Wars filmunum.
Tað verður J. J. Abrams, ið leikstjórnaði "The Force Awakens", sum eisini er lekstjórin handan "The Rise of Skywalker".
Filmurin verður frumsýndur í desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald