(Upptøka: Tingvarpið)
Eftir røðuni hjá Anniku Olsen og spurningunum aftaná at døma, var trupult at fáa greiði á, hvat tingkvinnan hjá Fólkaflokkinum fer at atkvøða í málinum um sammóðirskap, sum er til aðru viðgerð í løgtinginum í dag.
- Hvat eg fari at atkvøða, fer Høgni Hoydal at síggja um eina lítla løtu. Eg haldi at mín røða bendir nokkso væl á hvønn veg eg fari, svaraði hon, tá formaðurin í Tjóðveldi spurdi, hvat Annika Olsen fór at atkvøða.
- Eg havi sitið í einari samgongu, og havi gjørt alt fyri at hendan samgongan kann losya hetta málið innanveggja, men tað hevur hon ikkki megnað. Eg skal ikki lasta mínum egna flokki. Hann hevur staðið saman um at roynt at finna eina loysn, og tað sama við Miðflokkinum. Men tað eru ikki øll sum draga eina línu, og tað hevur ikki eydnast at finna eina semju um hendan trupulleikan sum vit standa í, segði Annika Olsen.
Les eisini: Annika helt eina brandtalu fyri uppskotinum um sammóðirskap
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald