Innanlands

Video: Gav grindahvali eitt skump

Tórik hjálpti grindahvali á Langasandi út aftur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-08-13 14:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein einsamallur grindahvalur við Langasand fekk í gjár eitt skump. Vilsti hvalurin er helst frá einari av  grindunum fyrr í vikuni, men hevði gjørt landgongd á Langasandi.

Verður ein grind hildin til í meginøkinum, so kann ein vera rættiliga vísur í, at Tórik Ábraham Rouah í vátdrakt svimur úti millum hvalirnar og hjálpir til, so alt gongur so skjótt og rætt fyri seg sum gjørligt.

Men alt snýr seg ikki um at drepa. Tórik hevði hoyrt um ein einsamallan grindahval, sum hevði gjørt landgongd á Langasandi. Fuglfirðingurin gjørdi ikki mætari enn at smoyggja seg í vátdraktina, og hjálpti hvalinum út aftur í gjár.

Hann greiðir frá, at hann frá fólki hevði fingið at vita, at hvalurin hevur ligið har síðani mánadagin. Í gjár slapp hann so leysur aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder