2020-02-12 09:53
Tað er ikki bara í Svínoy at atkomuviðurskiftini ikki eru av teimum allarbestu. Hetta ger Símun Gullaksen, sum býr í Fugloy, vart við nú fokus er komið á atkomuviðurskiftini í Svínoy.
Ritan siglir eisini til Hattarvík og Kirkju á Fugloynni, og videobrotið omanfyri vísir ein góðveðursdag á lendingini í Hattarvík í 2017.
Júst sum í Svínoy er hetta ikki nakað nýtt fyri tey sum búgva í oynni, men tað sær ikki heilt vandaleyst út.
Soleiðis sá út í Svínoy sunnudagin (Upptøka: Maud Charlotta í Geilini)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald