
Ein av teimum, sum fekk covid-19 koppseting á Landssjúkrahúsinum seinnapartin var Bjarni á Steig, yvirlækni. Fyribils er tað ikki tann stóra broytingin á sjúkrahúsinum, sigur hann.
- Í dag er ikki tann stóra broytingin á sjúkrahúsinum, men vit síggja fram til at starvsfólk kunnu verjast fyri korona, og harvið leggja ring um tey veiku fólkini, sum koma á sjúkrahúsið, sigur Bjarni á Steig.
Nógv hevur verið frammi um, at nógv ivast at taka ímóti vaksinuni, men Bjarni á Steig ivaðist ongantíð, sigur hann. Hann sær møguleikar í hesum nýggja mátanum at framleiða koppingarevni.
Vit fingu orðið á Bjarna á Steig nakrar minuttir eftir hann hevði fingið prikið, og tí sat hann á einum stóli og varð undir observatión í so fall at okkurt skuldi hent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald