
“Kom så far” og eitt hjarta stendur á skeltinum hjá fýra ára gomlu Karin Sofíu, sum býr í Aalborg.
Í kvøld er hon til staðar í høllini í Brøndby, har X Factor showið á TV2 fer fram, tí pápi hennara, Kári Fossdalsá, er við.
Karin Sofía er spent at síggja pápan, tí hann hevur verið heimífrá síðan fyrst í februar. Tað er nevniliga fulltíðararbeiði at vera við í X-Factor tá kappingin er komin so langt.
Teir luttakararnir, sum ikki búgva í Keypmannahavnar-økinum eru fluttir inn á hotell í høvuðsstaðnum, og so fer øll tíðin við at venja og fyrireika seg til live-upptøkurnar hvørt fríggjakvøld.
Vit fangaðu Karin Sofíu og mammu hennara, Áshild Jónsveinsdóttir, meðan tær saman við familjuni av Toftum bíðaðu í danska várkuldanum at sleppa inn í stóra upptøkuhølið, sum liggur í einum ídnaðarøki í Brøndby.
X Factor á TV2 byrjar klokkan 19 í kvøld. Verður eisini víst á KvF eftir Gekkin.
Kári Fossdalsá saman við mentori sínum, Martin Jensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald