Sum ikki einaferð er Karl Weihe miðdepil á Paradise Hotel. Í síðstu viku var tað fyri sítt virksemi í songini.
Tí í partinum seinasta týsdag lovar Karl Weihe vinmanni sínum Jonathan Johansson, at hann ikki skal fara saman við partnara hansara, Jasmin Klaudia. Men seinni tá lagið verður gott, klárar Karl Weihe ikki at standa ímóti freistingini, og endar í song saman við Jasmin Kladia.
Hetta skapar øsing millum fleiri og onnur síggja sær møguleikan at skapa klandur millum tey, sum Karl Weihe spælir við. Partnarin hjá Karli, Nikoline Kjær, er ikki blíð.
(Mynd: Viaplay)
Seinni í vikuni tá Karl Weihe hevur mist sín partnara og margháttliga endar sum partnari við arvafígginda sínum, Anna Seneca, er aftur seingjarfimleikur á skránni. Men hetta er fyri at byggja upp álit, verður sligið fast við einum smíli.
- Eg hugsi bara, at hvat er skjótasti máti at byggja upp álit. Tað er við kossum, sjarmu og kanska eitt sindur meira, greiðir sandavágsmaðurin frá.
Fýra partar koma út hesa vikuna. Tann fyrsti kemur týsdagin og fríggjadagin verður finalan tøk.
Les eisini: Finaluvika á Paradise Hotel við tveimum føroyingum
Jasmin Klaudia, Karl Weihe og Teresa Ovenberg her í einari veitslu á Paradise Hotel (Mynd: Viaplay)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald